Tvær tær fyrstu áttandapartsfinalurnar í FA Cup vórðu leiktar í gjárkvøldið.
Á Old Trafford vitjaði West Ham. Heimaliðið var omaná so at siga allan dystin og hevði nakrar fínar málmøguleikar, men neyðugt var við longdari leiktíð fyri at finna eina avgerð.
Tá hevði Ole Gunnar Solskjær sent nakrar av lyklaleikarunum, sum byrjaðu á bonkinum, á vøllin: Luke Shaw, Edinson Cavani og Bruno Fernandes og so eisini Scott McTominay. Skotski miðvallarin hevur gjørt nøkur mál í seinastuni, og hann varð skrásettur fyri tað einasta, sum kom í gjár. McTominay setti bóltin væl í málið, eftir at Marcus Rashford hevði lagt hann hegnisliga av. Harvið er Manchester United nú til reiðar til fjórðingsfinaluna í FA Cup.
Myndir: EPA
Tað er Bournemouth eisini. Liðið sum liggur nummar seks í næstbestu deildini vann ein flottan 2-0 sigur í Burnley. Sam Surridge og Junior Stanislas (brotsspark) skoraðu í hvør sínum hálvleiki.
Í kvøld verða fýra áttandapartsfinalur leiktar. Tann mest spennandi á pappírinum er tann ímillum Everton og Tottenham. Ein onnur Premier League-uppgerð er, og Manchester City er stórfavorittur í Swansea.
FA Cup
Týsdagin 09.02
Burnley - Bournemouth 0-2 (0-1)
21' Sam Surridge 0-1
88' Junior Stanislas 0-2
Manchester United - West Ham United 0-1 (e.l.l)
97' Scott McTominay 1-0
Mikudagin 10.02
17.30: Swansea - Manchester City
19.30: Leicester - Brighton
Sheffield United - Bristol City
20.15: Everton - Tottenham
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald