Annað

Megnar Fleyr aftur at taka SÍ á bóli í steypakappingini?

Flogbóltur: Spennandi hálvfinaludagur verður í Kollafirði í morgin. Í Bónuskappingini fyri menn spælir SÍ móti Fleyr og ÍF móti Mjølni.

Mjølnir - vann steypakappingina fyri menn í fjør

Mjølnir - vann steypakappingina fyri menn í fjør

2026-04-17 08:40 Author image
Innsent
placeholder

Leygardagin verða hálvfinalurnar í Bónus steypakappingini í flogbólti hjá monnum leiktar í ítróttarhøllini í Kollafirði. Í aðrari finaluni møtast SÍ og Fleyr og í hinari ÍF og Mjølnir.

SÍ – Fleyr, leygardagin kl. 15

Tað skerst ikki burtur, at nýklakti føroyameistarin, SÍ, er favorittur at vinna sær sæti í steypafinaluni. Tí iðra teir í Fleyr seg um, at teir í seinasta dystinum í bólkaspælinum týsdagin ímóti júst SÍ ikki megnaðu at gera sær dælt av einum av teimum trimum settbóltunum, teir høvdu í øðrum setti, sum so SÍ ístaðin vann 29-27.

Vann Fleyr settið, so var mótstøðuliðið í hálvfinaluni í morgin ístaðin ÍF, sum gjørdist nr. 3 í landskappingini.

Fleyr er í nakað somu støðu sum í fjør, tá liðið eftir eina miseydnaða landskapping tók tey flestu á bóli í hálvfinaluni í steypakappingini við 3-0 sigri á SÍ, sum tóktist vera fyri ongum eftir stóra vónbrotið í FM-finalunum stutt frammanundan, har føroyameistaraheitið glapp teimum av hondum eftir 3-2 tap fyri Mjølni í triðju og avgerandi FM-finaluni. Og í sjálvari steypafinaluni mundi Mjølnir fingið somu lagnu, tá Fleyr javnaði til 2-2 í settum, áðrenn Mjølnir vann javnbrótaran og tryggjaði sær steypið.

Tekin hava í seinastuni verið um, at Fleyr hevur tikið seg fram í bólkaspælinum í steypakappingini, har bæði Mjølnir og SÍ hava fingið dygga mótstøðu, men skal Fleyr endurtaka bragdið frá í fjør, krevst eitt veruligt ódnartak, tí SÍ hevur ikki tapt ein flogbóltsdyst síðan 1. oktober, tá Mjølnir vann 3-1 í landskappingini. T.v.s., at SÍ hevur vunnið 20 dystir á rað.

ÍF – Mjølnir, leygardagin kl. 19

Hjá sigursvanda Mjølni – verandi steypavinnara – hevur ikki gingist meira enn næstbest í bólkaspælinum, og tað var um reppið, at teirra mótstøðulið í hálvfinaluni heldur gjørdist SÍ, tí hevði Fleyr havt gagnnýtt bara ein av sínum trimum settbóltum í seinasta dystinum ímóti SÍ, so datt Mjølnir niður á fjórðaplássið, og hevði so skulað møtt SÍ ístaðin fyri ÍF. Við allari virðing fyri ÍF, so fegnast klaksvíkingar um tað.

Hinvegin vann ÍF 3-0 á júst Mjølni í bólkaspælinum, so hví skal tað ikki kunna endurtakast í einari hálvfinalu? Við til søguna hoyrir, at Mjølnir hevur ikki spælt við sterkastu manning í nógvum av dystunum í bólkaspælinum, og tað hevur sett sín dám á avrikini. Hevur Mjølnir sterkastu manning, eru klaksvíkingar framvegis favorittur at vinna og at koma í sína áttandu steypafinalu á rað, har fimm eru vunnar og tvær taptar av teimum seinastu sjey.

----

Fulla skráin fyri hálvfinalurnar í Bónuskappingini í Kollafirði leygardagin 18. apríl:

  • 13: TB - Fleyr (Kvinnur)
  • 15: SÍ – Fleyr (Menn)
  • 17: Mjølnir – SÍ (Kvinnur)
  • 19: ÍF – Mjølnir (Menn)

Kostnaðurin er 100 krónur fyri allan dagin. Fyri 16 ára gomul og yngri er ókeypis atgongd.

Dystirnir verða eisini stroymdir á tv.fo

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder