Mjøndalen hevur verið í einari tungari gongd, og undan heimadystinum móti Sandnes Ulf í gjár hevði liðið bert vunnið vunnið ein dyst í tríggjar mánaðir.
Hetta varð væl og virðiliga broytt í gjár, og tað var serliga hattrikki hjá Meinhardi Egilssyni Olsen, sum legði lunnar undir 4-1 sigurin.
25-ára gamli vongleikarin gjørdi hattrikk, og tey trý málini komu innan bert átta minuttir. Meinhard smekkaði bóltin í netið í 12. minutti, økti fimm minuttir seinni, tá hann setti seinasta fótin á vælleikr álop og í 19. minutti vann hann bóltin av Sandnes Ulf-verjuleikara og var kaldur, tá hann inn í brotsteigin.
Í málunum vísti føroyski landsliðsleikarin sína ferð, styrki, eitt evni at vera kaldur í avgerandi støðum og eitt gott innstinkt. Meinhard Olsen hevur nú skorað seks mál í 22 dystum í næstbestu norsku deildini í ár, umframt at hann hevur lat upp til fimm mál.
Mjøndalen er á 10. plássi við 30 stigum fyri 22 umfør, og hóast eina ringa gongd í eina tíð liggur liðið bert trý stig frá at enda í play-off bólkinum til uppflyting.
Til ber at síggja hattrikkið hjá Meinhardi og hæddarpunktini frá dystinum, sum endaði 4-1, á heimasíðuni hjá obos-ligaen.
Føroyski U21-landsliðsleikarin Gullbrandur Øregaard varð skiftur inn fyri Sandnes Ulf, tá hálvur tími restaði í, í gjár. Hann fekk eitt gult kort
Fótbóltur
Meinhard gjørdi hattrik uppá átta minuttir
Mjøndalen vann 4-1 á Sandnes Ulf í gjár. Hetta var fyrsti sigurin hjá liðnum í seks vikur, og føroyski landsliðsleikarin spældi ein høvuðsleiklut.
2022-08-30 18:50
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald