Fótbóltur

Meinhard úr svenskum til norskan fótbólt

Gjørt sáttmála við Bryne sum er flutt upp í næstbestu norsku deildina.

Meinhard E. Olsen (Mynd: EPA)

Meinhard E. Olsen (Mynd: EPA)

2021-02-03 17:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsliðsleikarin Meinhard Egilsson Olsen fer framyvir at spæla við norska felagnum Bryne FK, sum er flutt upp í næstbestu deildina.

Tað skrivar bolt.fo, sum siterar norskar miðlar seinnapartin.

Hann verður sostatt liðfelagi við Rógvi Baldvinsson, sum eisini hevur spælt við landsliðnum seinastu árini.

23 ára gamli Meinhard Egilsson Olsen skifti annars til svenskan fótbólt í summar, tá hann fór at spæla við GAIS í Göteborg, sum tá stríddist fyri lívinum í næstbestu svensku deildini.

Men tað gjørdist greitt, at sáttmálin ikki varð longdur, og segði við Portalin fyrst í januar, at hann leitaði eftir nýggjum felag uttanlands.

Í 2019 spældi Meinhard E. Olsen eisini í Noreg, tá hann gjøri sáttmála við Kristiansund BK.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder