Hondbóltur

Meira ferð skal setast á Føroya Arena

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur at nú má ferð setast á at byggja altjóða høll til hondbóltin.

Ein dupulthøll er karmur um altjóða dystir hjá føroyskum hondbólti (Mynd: Sverri Egholm)

Ein dupulthøll er karmur um altjóða dystir hjá føroyskum hondbólti (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-17 14:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Góðu úrslitini hjá føroyskum hondbólti hjá monnum um vikuskiftið hevur uttan iva sett nógvar tankar í gongd hjá fleiri. Hví eru ikki betri hallarumstøður enn tær trongu umstøðurnar, sum eru í Høllini á Hálsi.

Ein teirra er borgarstjórin í Havn.

Á Facebook ynskir hann Føroyum tillukku við sigrinum, og sigur, at nú má ferð setast á at byggja nýggja altjóða høll.

[object Object]Føroyska A-landsliðið vann bólkin í undankappingini og vann seg víðari til Play-off (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]H71 vann seg víðari til fjórðingsfinaluna í European Cup (Mynd: Sverri Egholm) 

- Nú skal enn meira kraft setast á bygging av Føroya Arena Høllini. Hetta eru vit garantar fyri. Fyrst kom Tórsvøllur so nú kemur Føroya Arena høllin, skrivar Heðin Mortensen.

Føroya Arena fer at kosta knappar 217 milliónir krónur. Tórshavnar kommuna hevur bundið seg til at rinda helvtina ella í mesta lagi 108,9 milliónir krónur. Eisini hevur danska fólkatingið sett 30 milliónir krónur av til verkætlanina at byggja altjóða høll í Føroyum.

Føroya Arena er ein stórur bygningur við einari grundvídd upp á umleið 4.600 m2 . Bygningurin er í trimum hæddum við einari samlaðari gólvvídd upp á umleið 8.350 m2.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder