Annað árið á rað skipar ítróttabarrin Landskrona fyri Meistaradeild í pool. Føroyameistarin 2022 í pool skal finnast, og týskvøldið 22. februar klokkan 19 verður kappingin sett í gongd.
Meistaradeildin í pool er einstaklingakapping, ið verður skipað eftir, hvussu nógvir luttakarar eru. Dystir verða skipaðir vikuliga yvir longri tíð, og hvør luttakari kemur at kappast eftir avtalu.
Í 2021 kappaðust 25 einstaklingar vikuliga frá januar til mai. Tá avtornaði var tað Eirik Mikkelsen, ið fór við fyrsta plássið. César Hora gjørdist nummar tvey, og Edmund á Borg Ferber og Hans Kristian E. Hansen gjørdust ávikavist nummar trý og fýra.
Startskotið
Týskvøldið 22. februar klokkan 19 verður bjóðað til startskotið av Meistaradeildini í Landskrona. Luttakararnir møtast, reglur verða kungjørdar, og tað verður trekt lut um bólkar, og væntandi fara allarfyrstu dystirnir í meistaradeildini at verða leiktir.
Tilmeldingarfreistin er á midnátt mánakvøldið, og fer fram við at senda telupost á [email protected]. Fyriskipararnir siga, aty tað er avmarkað pláss.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald