Hondbóltur

Meistararnir vórðu heiðraðir

Týsdagin skipaði Tórshavnar býráð fyri móttøku fyri føroyameistaraliðunum hjá H71, har tað var Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini og varaborgarstjóri, ið tók ímóti..

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-04-28 13:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

H71: Síðani kvinnurnar og menninir fyri skjótt trimum vikum síðani vunnu føroyameistaraheitini í Hoyvíkshøllini, hava nógvir av spælarunum verið upptiknir á ávikavist kvinnu- og manslandsliðnum, so ikki fyrr enn nú lá fyri at hava móttøkuna.

- Tað er ikki so ofta, at sama felag eigur meistaraliðini hjá bæði kvinnum og monnum, men tað gera tit nú. Hetta hevur í veruleikanum verið væntandi hesi seinastu árini, og tá ið bæði liðini í fjør annað árið á rað vunnu steypakappingina, var tað bara ein spurningur um tíð.

Tað segði Annfinn Brekkstein, ið helt røðu fyri liðunum báðum í Móttøkuhúsinum í Tróndargøtu, ið var karmur um móttøkuna, sum er onnur móttøkan av hesum slagi fyri H71, tí áður hevur býráðið eisini heiðrað kvinnurnar fyri sínar sjey EHF Europa Cup-dystir hetta kappingarárið.

Nú var høvið so greipan hjá monnunum, ið bæði vunnu føroyameistaraheitið og steypakappingina, og føroyameistaraheitið hjá kvinnunum, sum var tað fyrsta í søgu felagsins.

- Einki kemur av ongum, og tað gongur sjón fyri søgn, at H71 er stóra felagið, ið gongur undan og vísir, hvussu langt føroyskur hondbóltur kann røkka – bæði her heima og í altjóða kapping, segði varaborgarstjórin, ið eisini nýtti høvið til at ynskja teimum av okkara spælarum, ið nú fara burtur í onnur lond at royna seg, góða eydnu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder