Annað

Meksikanarar fagnaðu Suðurkorea

Kring heimin vórðu suðurkoreanarar fagnaðir av meksikanarum.

2018-06-28 08:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sera stórur spenningur var í bólki F í gjár, tá Svøríki og Mekisko spældu seg víðari úr bólkinum í HM í fótbólti. Meksiko hevði best útgangsstøðið áðrenn dystin, og tørvaði bert eitt stig til at spæla seg víðari, men Svøríki setti miðamerikanska landið so dyggiliga uppá pláss.

Við 3-0 sigri spældi Svøríki seg víðari, men støðan gjørdi, at Meksiko var undir trýsti. Vann Týskland sín dyst móti Suðurkorea, fór Týskland víðari í kappingini. Og hetta átti ikki at verið stóri trupulleikin hjá týsku heimsstjørnunum. Suðurkorea stríddist tó sum úlvur á skóg, og við tveimum málum í yvirtíðini vann Suðurkorea og sendi Týskland á aftasta pláss í bólkinum.

Sigast man at hetta gleddi meksikanarar. Kring allan heim fagnaðu meksikanar suðurkroeanum. Uttanfyri Ekaterinburg Arena í Russlandi, har dysturin millum Meksiko og Svørríki varð spældur, róptu meksikanar “Korea, Korea”. Í Meksiko Býi, Los Angeles og í Russlandi vórðu suðurkoreanar lyftir á loft av ovurfegnum meksikanarum. Og uttanfyri Suðurkoreansku sendistovuni í Meksiko Býi, dansaðu fleiri hundrað fólk og róptu “Korea bróður, nú ert tú meksikanari”.

Han Bjoung-Yin, suðurkoreanski konsulin í Meksiko Býi segði, at eingin munur var á meksikanarum og suðurkoreanum í dag, og at starvsfólki á sendistovuni grótu av gleði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder