Hondbóltur

Meksiko tók gullið í USA

Jonathan Dos Santos skoraði einsamalla málið í Chicago, og harvið vann Meksiko meistarahetið í Norður- og Miðamerika.

Jonathan Dos Santos skorar her sigursmálið á Soldier Field - Mynd: EPA

Jonathan Dos Santos skorar her sigursmálið á Soldier Field - Mynd: EPA

2019-07-08 09:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

USA gjørdist í gjár heimsmeistari hjá kvinnum, Brasil vann í gjárkvøldið Copa America, og í nátt skuldu USA og Meksiko dystast í finaluni í Gold Cup, ið er fyri lið í Norður- og Miðamerika.

Lagt var upp til spennandi finalu, har Meksiko tó var lítil favorittur; hóast dysturin var leiktur í USA. Teir í grønum vóru eisini nakað omaná, og Jonathan Dos Santos, ið til dagliga spælir fyri Los Angeles Galaxy, gjørdist matchvinnari í 2. hálvleiki. USA megnaði ikki at svara aftur, og harvið vann Meksiko steypið á áttanda sinni.

Gold Cup -finalan 
Soldier Field, Chicago
USA - Meksiko 0-1 (0-0)
'73 Jonathan Dos Santos 0-1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder