Eftir rok í eina tíð um støðuna hjá Lionel Messi í stórfelagnum Barcelona, er nú avgerð tikin í málinum.
Messi heldur fram í Barcelona.
Hetta avdúkar høvuðspersónurin sjálvur í samrøðu við ítróttarblaðið Goal, skriva útlendskir miðlar.
FC Barcelona hevur áður boðað Messi frá, at fyri at hann skal sleppa avstað, má hann leysgevast eftir sáttmálanum. Og tað hevur við sær, at 5,2 milliardir krónur skulu rindast.
Tað er ikki møguligt, sigur hann, og tí heldur argentinski bóltsnillingurin fram í Barcelona.
Lionel Messi hevur spælt við FC Barcelona síðani 2001, og spældi á fyrsta sinni við besta liðnum í 2004. Síðani hevur hann skorað 634 mál í 731 dystum. Seks ferðir er hann kosin heimsins besti fótbóltspælari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald