Gitingar hava í fleiri ári verið um, at Lionel Messi møguliga fer at royna okkurt og harvið fara úr felagnum, ið hann hevur spælt við, síðani hann var 13. Nógvar søgur hava verið í seinastuni, millum annað tí óskil hevur verið í Barcelona, og ferð er serliga komin á tær, síðani Barcelona tapti 8-2 fyri Bayern Munchen í fjórðingsfinaluni í Champions League fyri 12 døgum síðani.
Í gjárkvøldið brast bumban. Barcelona boðaði frá, at løgfrøðingarnir hjá Lionel Messi høvdu sent eitt skjal; eitt bræv ella skriv av onkrum slagi har hann boðaði frá sínum ynski um at gera ein klasul í sáttmálanum virknan, sum hevði slitið sáttmálan við Barcelona og loyvt Messi at skift til eitt nýtt felag - púr frítt - áðrenn komandi kappingarár.
Í sáttmálanum hjá 33-ára gamla argentinanum er klasulur, ið sigur, at um leikarin innan eina ávísa tíð eftir kappingarenda boðar frá, at hann vil avstað, so verður Messi leysgivin. Barcelona hevur ikki svarað uppá ynskið, men sum skilst metir felagið, at freistin fram ímóti næsta kappingarárið er farið, tí Messi skuldi sambært sáttmálanum havt sagt frá 10 dagar eftir upprunadagfestingina av Champions League-finaluni, sum var 30 mai. Hon varð tó ikki leikt fyrrenn sunnudagin 23 august, og tískil meta løgfrøðingarnar, at tað er hendan dagfestingin, ið er galdandi.
Tað skrivar Sky Sports millum annað. Hetta kann gerast eitt veruligt stríð millum partarnar, men eitt tykist púra greitt: Lionel Messi ynskir ikki at spæla í FC Barcelona longur. Fyri fyrstu ferð í sínum tjúgu árum í felagnum hevur nú seksfaldi Balon d'Or vinnarin gjørt greitt, at hann ynskir at søkja aðrar leiðir. Prátið sum Messi hevði við nýggja venjaran Ronald Koeman í farnu viku, gekk sambært søgunum, ikki væl, og spurningurin er um lið sum Manchester City, PSG og Inter ikki nú slikka sær um varrarnar. Hetta kann avgjørt gerast ein tann mest áhugaverda flytingarsøgan nakrantíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald