Fótbóltur

Mest vinnandi felagið móti "steypaliðnum"

HB hevur heili 26 ferðir vunnið steypakappingina - Vìkingur hevur vunnið fimm útav teimum seinastu tíggju.

HB er søguliga greitt tað sterkasta steypaliðið - Víkingur er greitt tað besta seinastu tíggju árini (Mynd: Jens Kr. Vang)

HB er søguliga greitt tað sterkasta steypaliðið - Víkingur er greitt tað besta seinastu tíggju árini (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-20 15:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru 20 finalusigrar frá nummar eitt til nummar tvey á listanum yvir steypavinnarar hjá monnum síðani 1955. HB hevur 26 steyp - GÍ og KÍ deila 2. plássið við 6 steypum hvør. 

HB hevur tó ikki vunnið Løgmanssteypið síðani 2004. Í finalunum í 2007, 2014 og í fjør varð mest vinnandi felagið í Føroyum koppað av ávíkavist EB/Streymi, Víkingi og B36. Í øllum hesum førunum var talan um tættar og sera spennandi finalur.

Víkingur vann tætta og spennandi steypafinalu á Ovara Vølli í Gundadali á EB/Streymi árið eftir, at felagið varð stovnað. Trý ár seinni var tað uppaftur meira spennandi, og vinnarin var tann sami - hesaferð eftir brotssparkskapping. Í 2013 vann Víkingur trygt í triðju finaluni millum feløgini. Síðani kom 2014, har Hallur Hansson í seinastu minuttunum gjørdi tað ónda móti sínum gamla felagi. Í 2015 varð NSÍ skúgvað til viks uttan hóvasták, og so hevði Víkingur fýra steypaasigrar á rað - fimm uppá sjey ár. 

Í 2016 endaði KÍ røðina hjá Víkingi í dramatiskari finalu. Í morgin vilja teir ljósabláu taka táttin uppaftur. Í HB er svongdin eins stór, um ikki størri, at fáa Løgmanssteypið at standa í sínum húsi aftur. 

Finalan um Løgmanssteypið verður leikt í annaðkvøld klokkan 19.45 á Tórsvølli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder