Fótbóltur

Michal er við aftur

B36 hevur eisini nýggjar mans á bakkunum - Vìkingur er í sterkastu uppstilling. Her eru byrjanaruppstillingarnar til týðandi ólavsøkudystin, ið byrjar klokkan 16.

Bjarni Petersen spælir sín fyrsta dyst fyri B36 síðani FM-finaluna í fjør - verjuleikarin hevur verið leigaður út til EB/Streym fyrr í ár, men avloysir í dag leikbannaða Benjamin Heinesen á høgra bakki (Mynd: Sverri Egholm)

Bjarni Petersen spælir sín fyrsta dyst fyri B36 síðani FM-finaluna í fjør - verjuleikarin hevur verið leigaður út til EB/Streym fyrr í ár, men avloysir í dag leikbannaða Benjamin Heinesen á høgra bakki (Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-29 15:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um eina løtu verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, har B36 tekur ímóti Vìkingi.

Les eisini: Liðini hava knívin á barkanum

Hjá B36 eru ymsar broytingar í mun til móti HB hóskvøldið, ið árstalsfelagið tapti 2-0. Benjamin Heinesen er leikbannaður, og Bjarni Petersen avloysir hann á høgra bakki. Alex Mellemgaard er ikki nóg birgur at spæla, og tí fær 18-ára gamli Andreas Thomsen seg royndan á vinstra bakki. Hetta er dystur nummar átta hjá honum í Betrideildini. Á sentrala miðvøllinum avloysir Magnus Holm Jacobsen sakdda Erlend Magnusson. Magnus kom inn fyri Erlend hósdagin og spældi væl. Michal Przybylski, ið fór út við skaða í 6-2 sigrinum á KÍ 12. juni, er tøkur aftur. Toppskjúttin hjá B36 avloysir Stefan Radosavljevic á álopskenda miðvøllinum

B36 (4-2-3-1):
Rói Mørk Hentze - Bjarni Petersen, Andrias Høgnason Eriksen (L), Sonni Ragnar Nattestad, Andreas Thomsen - Magnus Holm Jacobsen, Eli Falkvard Nielsen - Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Meinhard Egilsson Olsen - Sebastian Pingel

Bonkur: Símun Rógvi Hansen, Stefan Radosavljevic, Hugin Samuelsen, Andrass Johansen, Brian Jakobsen, Martin Agnarsson

[object Object]
Michal kann fáa stóran týdning fyri B36 í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Hjá Vìkingi eru allir mans tøkir. 17 dagar eru, síðani liðið spældi seinast. Andreas Lava Olsen, ið gav B36 nógv høvuðbrýggj, tá liðini hittust í Sarpugerði tíðliga í juni (Víkingur vann 4-2), byrjar á bonkinum. Liðið sær út, sum tað ofta hevur gjørt fyrr í ár hjá Vìkingi.

Víkingur (4-2-3-1): 
Elias Fagrá - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Vukasin Tomic, Bergur Gregersen - Bogi Reinert Petersen, Gunnar Vatnhamar - Lukasz Cieslewicz, Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen - Finnur Justinussen 

Bonkur: Sonni Højgaard, Andreas Lava Olsen, Elias Lervig, Ingi Jonhardsson, Geza David Turi, Arnbjørn Svensson, Noah Mneney

Fylg við gongdini á Portalinum. Sí myndir, dystarfrásøgn og viðmerkingar seinni.
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder