placeholder
Fótbóltur

Michal Przybylski: Vit umboða alt Føroyar í løtuni

B36 fyrireikar seg í løtuni til brakið í Istanbul, og Michal Przybylski og hinir síggja fram til tað.

2018-07-31 21:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hjá B36 er møtismikil uppgáva fyri framman hóskvøldið í turkiska høvuðsstaðnum. Seinni dysturin móti Besiktas í Europa League er á skránni.

Ólavsøkudag fór B36-ferðalagið úr Føroyum. Eftir eina langa ferð kom hópurin uppá pláss í gjár, og fyrireikar seg nú har. Sambært Michal Przybylski hava teir brúkt dagin í gjár til at koma fyri seg:

- Vit komu á hotellið í Istanbul umleið klokkan 9 í gjáramorgunin eftir at hava ferðast alla nátt, tí sat mánadagurin eitt sindur tungt í beininum. Venjingin í gjár gekk eisini út uppá at fáa ferðing og annað úr beininum, og tí var talan ikki um nakað taktiska venjing. Í dag hava vit havt eina venjing og vit kenna okkum væl lættari enn í gjá. Í morgin er so venjing á leikvøllinum hjá Besiktas.

Heimaliðið leikti ein góðan dyst hóskvøldið í Gundadali, har B36, serliga í 2.hálvleiki, hevði gott tamarhald á turkiska stórliðinum. Michal slær eisini fast, at B36 kann taka nøkur ting við frá tí dystinum, hóast okkurt kann betrast, og talan verður um ørvísi uppgávu hesuferð:

- Tað er ongin loyna, at Besiktas aftur hesaferð kemur at stýra dystinum og møguliga eitt sindur meira enn í Føroyum. Vit koma at spæla á teirra heimvølli,  á grasi, og við larmandi áskoðarum. Vit vera noyddir at standa líka væl , og kanska eitt sindur betri enn á heimavølli, fyri at kunna halda teimum burtur frá teimum stóru málmøguleikunum. Megna vit at fáa teir at spæla leingi runt, so vera teir ótolnir og serliga áskoðarnir eisini. So vóna vit at koma ímillum og fanga bóltar, og fara í kontra; tað eru vit góðir til. Har kunnu vit so skjótt fáa 3-
4 leikarar upp á teirra hálvu og vónandi fáa nakrar málmøguleikar eisini.

Besiktas vann í fjør sín bólk í Champions League, og er risafavorittur á heimavøllinum hóskvøldið, har mongu áskoðarnir ikki er serliga tigandi undir dystinum.

20-ára gamli Michal Przybylski er komin til B36 úr polska Widzew Lodz uppá ein leigusáttmála. Álopskendi leikarin fekk ikki loyvini uppá pláss undan dystunum móti Titograd, men Michal varð skiftur inn í 2.hálvleiki í Gundadali hóskvøldið. Nú síggja hann og liðfelagirnir fram ímóti stóru og serstøku uppgávuna hóskvøldið í Istanbul:

- Vit hava ikki hoyrt nakað um áskoðaratal, men tað kundi verið at eitt tal á umleið 30.000 kemur at vera á Vodafone Park hóskvøldið. Hetta er nakað, sum ongin hevur upplivað fyrr í B36, og hetta er heldur ikki nakað, man kann beinleiðis gera seg kláran uppá ella venja seg við. Vit eru allir spentir uppá hetta, og vit mugu fara út, og gera tað vit duga og standa saman og ikki hugsa um tað sum er rundanum; hóast tað verður sera trupult.

Hvat fer B36 so eftir at uppnáa í Istanbul ?

- Vit droyma og hugsa tað, sum øll siga er ómøguligt og tað er tí vit eru her. Vit vilja vera við í dystinum so leingi tað ber til og vísa gott álopskent B36 spæl, tá vit fáa møguleikan til tað. Vit umboða alt Føroyar í løtuni og tí vilja vit eisini vísa øllum at føroysk lið eisini kunnu spæla og vera við í móti teimum heilt stóru liðinum í Europa.

Dysturin í Istanbul hóskvøldið byrjar klokkan 19.00 føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder