Fótbóltur

Miðlarnir sleppa ikki at tosa við Aron Benjaminsen

Hóast stjørnuskotið er nóg gamal at verða úttikin, og hann verður siteraður í øðrum føroyskum miðlum, hava vit ikki møguliga at tosa við Aron Benjaminsen á staðnum, í sambandi við fyrstu A-landsliðsvenjing hansara í Moldova.

Frá FSF verður staðfest, at ynski er at geva Aron Benjaminsen so nógvan frið sum gjørligt. 18-ára gamli vongurin sæst her undan venjing í Chisinau (Mynd: Sverri Egholm)

Frá FSF verður staðfest, at ynski er at geva Aron Benjaminsen so nógvan frið sum gjørligt. 18-ára gamli vongurin sæst her undan venjing í Chisinau (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-28 16:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Chisinau, Moldova (Portalurin): Føroyska manslandsliðið hevur júst havt tíðindafund og síðani venjing á Zimbru leikvøllinum, har Føroyar og Moldova bresta saman í morgin.

Sum vanligt eru tríggir spælarar, umframt Eyðun Klakstein, tøkir hjá miðlunum.  at tosa við 

Portalurin/FM1 eru á staðnum, eins og Kringvarpið, og hava føroysku miðlarnir á staðnum sjálvandi borið ynski fram um at tosa við Aron Benjaminsen.

18-ára gamla stjørnuskotið úr Hearts varð úttikin eftir síni mál og sigurin við U21-landsliðnum í Estlandi fríggjakvøldið 

Tvey mál og stigamet í gjár - nú úttikin til A-landsliðið: - Hetta er fantastiskt

[object Object]
Mynd: FSF

Aron kundi tó ikki venja saman við hinum í gjár, tí hann lendi seinkaður í Moldova, samstundis sum landsliðsliðfelagararnir fóru at venja.

Sí eisini: Keflavík - Berlin - Chisinau: Aron Benjaminsen er loksins lendur í Moldova

Harvið skal Aron Benjaminsen venja við A-landsliðnum á fyrsta sinni í kvøld.

Vit høvdu ætlað at spurt hann um tað at koma á A-landsliðið í morgin, nógvu ferðingina seinastu dagarnar, vónir til dystin og leiklut í morgin umframt annað.

Men hóast miðlarnir á staðnum greitt settu ynski fram, at ynski var at millum annað tosað við yngsta og nýggjasta spælaran í hópinum - sum jú er nátúrligt - so var hetta bara ikki gjørligt.

FSF-umboð, sum hevur ábyrgd av miðlum, staðfestir, at ynski er at geva Aron Benjaminsen so nógvan frið sum gjørligt

Hetta er harvið fyri at "verja spælaran", nú ungi maðurin er úttikin á A-landsliðið.

Vit hava tó millum annað sæð, at eftir at Aron Benjaminsen var komin til Moldova, varð hann siteraður á dimma.fo - nú kunnu miðlarnir á staðnum ikki tosa við spælaran, sum fyri kortum er seldur til eitt skotst stórfelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder