Hondbóltur

Mikkel Hansen umhugsar avboð til HM

Óttast smittuvandan nú egyptar ætla at loyva fleiri túsund áskoðarum til dystirnar.

Mikkel Hansen (Savnsmynd: EPA)

Mikkel Hansen (Savnsmynd: EPA)

2021-01-04 15:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska hondbóltsstjørnan, Mikkel Hansen, umhugsar nú at geva avboð til heimsmeistarakappingina, sum verður í Egyptalandi seinni í mánaðinum.

Hetta hendir eftir at tað er komið fram, at Egyptaland umhugsar at lata upp móti 5.000 áskoðarar inn til dystirnar.

- Eg veit ikki, um kappingin átti at verið avlýst, men tað er ikki rætt at loyva áskoðarum inn til dystirnar, sigur Mikkel Hansen við blaðið Jyllands-Posten.

Danska manslandsliðið í hondbólti skal verja heimsmeistaraskapin, tá HM-kappingin byrjar í Egyptalandi 13. januar.

Í løtuni er danski landsliðshópurin savnaður til venjing áðrenn fráferð, og nú nevnir Mikkel Hansen, at tað kanska verður uttan hann í hópinum.

- Eg vildi logið, um eg ikki segði, at eg havi umhugsað at geva avboð og ikki framvegis umhugsi tað, sigur hann í samrøðuni við Jyllands-Posten.

Á einum tíðindafundi í farnu viku, segði egyptiski ráðharrin við ítróttamálum, Ashraf Sobhy, at tey arbeiða við møguleikanum at loyva nakrar túsund áskoðarum inn til dystirnar.

- Vit hyggja at møguleikanum fyri at skipa inn- og útgongd og møguleikanum fyri at halda frástøðuna so væl sum gjørligt, so vit kunnu tryggja egyptiska liðnum góðan stuðul, segði hann sambært norsku NTB tíðindastovuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder