Fótbóltur

Mikkjal og AIK liggja framvegis á 1. plássi

Avgjørdu aftur seint í einum dyst, tá vitjað varð í Värnamo í gjár - sí hæddarpunkt her. Úrttøkan fyri fimm dystir er 13 stig.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-04-25 08:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyski venjarin í svenskum fótbólti hevur fingið eina frálíka byrjan uppá landskappingina. AIK fór annars út í steypakappingini longu í bólkaspælinum í februar, men eftir fimm umfør í Allsvenskan er høvuðsstðarfelagið ósigrað og á odda.

Í Värnamo í gjár endaði tað, eins og í hinum fýra sigrunum í ár, við, at eitt mál var á muni, og at sigursmálið kom heilt seint í dystinum.

AIK kom á odda stutt fyri steðgin. Tað varð 1-1 í 80. minutti eftir ógvuliga tilvildarligt mál í sambandi við hornaspark. Men í 87. minutti setti innskifti Johan Hove seinasta fót á ógvuliga vælspælt álop: 2-1 og so kundu Mikkjal Thomassen og teir aftur fegnast.

Hæddarpunkt síggjast ovast ella HER

Tað er framvegis tætt í oddinum. Sunnudagin seinnapartin skal AIK á heimavølli royna at økja um frástøðuna til Elfsborg, sum í løtuni er á 4. plássi við 10 stigum.

AIK og Mikkjal hava 13 stig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder