Fyrr í ár var hon í Vági fyri at hyggja eftir umstøðunum og kanna tær nærri, og fyri stuttum gjørdi hon av at taka tilboðnum um at gerast ein av okkara ungdómsvenjarum hjá FC Suðuroy.
Talan er um Miriam Pedersen, ið kemur frá Hesselager, sum liggur á Fjóni í Danmark. Hon hoyrdi av fyrstan tíð um FC Suðuroy frá einum venjara, ið áður hevur verið í Vági, John Christensen, og sum í dag er DBU konsulent í millum annað Hesselager fodbold.
Hetta skrivar Suðurrás, ið endurgevur heimasíðuna hjá FC Suðuroy.
Miram Pedersen skal venja á gentu/kvinnu síðuni. Frammanundan eru Dennis Nielsen úr Danmark og Christian Njøten úr Noreg knýttir at ungdómsdeildini sum venjarar. Teir spæla eisini við besta mansliðið felagsins - Christian er venjari á gentusíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald