
Eins og hósdagin vann Mjølnir 3-1 á Fleyr eftir ein sera tættan dyst. Tað gjørdist uppaftur tættari í dag, tá tað fór til eykabóltar í trimum av fýra settunum. Fleyr stríddist fyrimyndaliga væl, og var tætt við at fáa tað til í minsta lagi ein fimm-settara í dystinum ið vardi tveir tímar. Mjølnir vísti tó klassan til seinast, og vann FM fyri fyrstu ferð síðani 2004 og er greipuvinnari.
Myndir: Mjølnir - Fleyr
Fleyr vann fyrsta setti, eftir at Mjølnir annars var á odda 17-12 eina løtu. Liðið úr Klaksvík svaraði aftur í 2. setti, men tað var allatíðina sera tætt. Einasta setti, har eykabóltar ikki vóru neyðugir, var triðja sett. Í 4. setti hevði Mjølnir eina smala leiðslu ein stóran part av settinum, men tað var 24-20 til Fleyr og á veg til eitt 5. sett. Men so vísti Mjølnir karakter, og millum annað vísti Phil Freere klassa, og Steffan Rosenlund Olsen avgjørdi finaluna við góðum slagið.
Samanumtikið var FM-heiti uppiborið; serliga tá hugsað verður um greiða 1.plássi í grundspælinum. Fleyr leikti tó tvær góðar finalur, og tað var næstan so spenanndi sum gjørligt, tá alt skuldi avgerast.
Seinna FM-finalan hjá monnum:
Mjølnir - Fleyr 3-1 (27-29, 28-26, 25-22, 28-26)
Kvinnurnar skuldu byrja klokkan 17.00, men tann dysturin er útsettur eina løtu, til leikararnir hava fingið hitað upp. Hann sæst eisini hjá Kringvarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald