Annað

Mjølnir í FM-finalunum eftir sigur á Ternuni

Leingi hevur lítil og eingin ivi verið um, at Mjølnir fór at koma í FM-finalurnar, men í gjárkvøldið gjørdist tað formliga greitt eftir tryggan 3-0 sigur á Ternuni.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-02-13 08:51 Author image
Innsent
placeholder

Polestar-deildin:
Mjølnir – Ternan 3-0 (25-15, 25-18, 25-18)

Leingi hevur lítil og eingin ivi verið um, at Mjølnir fór at koma í FM-finalurnar, men í gjárkvøldið gjørdist tað formliga greitt eftir tryggan 3-0 sigur á Ternuni.

Einasta vet av spenningi í dystinum var í øðrum setti, tá Ternan orkaði at fylgja við til 15-16, men tá Ternan ikki fekk bilbugt við servunum hjá Phil Freere við m.a. tveimum essum, gjørdist støðan 22-16, og so var tað settið mestsum avgjørt.

Í hinum báðum settunum fylgdi Ternan við til eini 10, áðrenn tað fór at dragna millum liðini.

Við teimum trimum stigunum fyri sigurin kemur Mjølnir upp á 30 stig eins og SÍ, sum tó hevur spælt ein dyst færri. Tað merkir eisini, at liðini aftanfyri kunnu ikki fáa hesi bæði fremstu aftur, nú tríggir ella fýra dystir eru eftir av landskappingini. 

Tó hava Mjølnir og SÍ framvegis alt at spæla fyri, tí liðið, sum er nr. eitt eftir dystirnar í landskappingini, fær heimavøll í fyrstu FM-finaluni og aftur í eini møguligari triðju finalu.

Fyrsta FM-finalan verður spæld í viku 12, onnur finalan 22. mars og ein møgulig triðja finala 29. mars.

Støðan í Polestar-deildini:

Nr.

Lið

Dystir

Settmunur

Stig

1

12

22

30

2

Mjølnir

13

19

30

3

ÍF

12

-3

17

4

Fleyr

13

-3

16

5

Ternan

12

-35

0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder