Mikukvøldið fekk Mjølnir eitt brak av einari byrjan, tá menninir úr Klaksvík tóku ímóti niðurlendsku meistarunum í Badmintonhøllini. Fyrsta setti í evropeiskum flogbóltsdysti á føroyskari jørð endaði 25-11.
Mjølnir var nær við at vinna 2. sett eisini, men so fekk Numidia Limax eitt størri yvirtak. Tað endaði 1-3, og Numidia Limax er harvið framvegis stórfavorittur at fara víðari til 2. umfar í Challenge Cup.
Mjølnir skal vinna 3-1 ella 3-0 í morgin fyri at spæla seg víðari.
Norðlýsið skrivar, at dysturin verður spælur í Maaseik í Belgia. Hetta kemst av, at høllin hjá Numidia Limax ikki lýkur krøvini, sum evropeiska flogbóltssamgongan CEV setir.
Harvið hevur niðurlendska liðið heimavøll hinumegin markið í morgin. Hópurin hjá Mjølni byrjaði túrin úr Klaksvík í gjáramorgunin og hevur í gjár og í dag fyrireika seg til stóru uppgávuna í Belgia.
Fyrsta servan í morgin, mikudagin 1. oktober, verður klokkan 19 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald