
Við tveimum stigum ímóti finaluklára Fleyr, spældi Mjølnir seg í góða støðu at vinna bronsuna á ár, men kortini iðra klaksvíkingar seg um, at stigini ikki heldur gjørdist trý í gjár, tí í øðrum setti var Mjølnir á odda 22-15, men tapti kortini 25-23. Hetta var triði fimmsettarin í trimum dystum teirra millum í ár; teir báðar undanfarnu hevði Fleyr vunnið.
Mjølnir fekk flúgvandi byrjan upp á dystin og legði seg á odda 9-3 og 12-6, men fótaði sær kortini skjótt og kom upp á 12-13. Mjølnir hevði hug at draga frá aftur og legði seg á odda 17-13 og 20-17, men báðu ferðirnar svaraði Fleyr aftur og minkaði um munin til 16-17 og 19-20. Mjølnir gjørdi tá enn eitt hirs á seg og vann settið 25-20.
Annað sett lorkaði Mjølnir sær av hondum. Fyrst var Mjølnir á odda 10-5 og 16-11, men Fleyr bardi seg upp á 15-16, tá ið venjarin hjá Mjølni, Boban Ilic, tók leikbrá. Og tað hjálpti, tí Mjølnir vann næstu seks stigini upp í slag og legði seg á odda 22-15 og síðan 23-17. Men tað var kortini ikki nóg mikið, tá garvaða Anja Danielsen hjá Fleyr slapp framat servuni, sum Mjølnir ikki fekk bilbugt við – m.a. tvey ess – og endin varð, at Fleyr vann settið 25-23.
Mjølnir fall kortini ikki í fátt og fór framum 16-9 í triðja setti, men aftur hesa ferð mundi góða støðan hjá Mjølni farið fyri skeytið, tí Fleyr bardi seg upp á 16-17. Mjølnir helt tó fast um leiðsluna og vann settið 25-22.
Fjórða sett var javnt til 9-9, tá Fleyr vann seks stig á rað, meðan móttøkan hjá Mjølni var svikalig, tá ið Bára Leonsdóttir Mouritsen servaði. Fleyr fekk fýra settbóltar og skuldi brúka tveir av teimum, áðrenn settið var vunnið 25-22.
Fleyr legði betur fyri í javnbrótaranum og fór framum 4-0, men Mjølnir javnaði til 5-5 og fór framum 8-6. Fleyr javnaði aftur til 9-9, og síðani var ongantíð meira enn eitt stig á muni – ikki fyrr enn settið var liðugt, og Mjølnir hevði vunnið 16-14. Tað sá annars út til, at Fleyr fór at hóra undan dystarbóltinum, tá smassjið frá Anju Danielsen fór í verjuna og langt aftur um baklinjuna, men har fór Nicola Toftegaard tuskandi eftir honum og fekk hann afturum seg, so at Mjølnir fekk bóltin yvir um netið aftur, men tá ið Anja hesa ferð smassjaði, fór bólturin út av vøllinum.
Nú verður rættiligt brak í Klaksvík sunnudagin, tá Mjølnir í sínum seinasta dysti tekur ímóti TB, sum er eitt stig aftanfyri. Vinnur Mjølnir dystin, so skal TB vinna á Fleyr í sínum seinasta dysti, sum er ímóti Fleyr í Trongisvági, fyri at fara fram um Mjølnir aftur, og KÍF, sum í verandi løtu liggur á bronsuplássinum, skal eisini vinna sín dyst á oddaliðnum SÍ, skulu Mjølnir ella TB ikki vinna bronsuna.
Dystirnir, sum eftir eru:
9. mars: Mjølnir – TB kl. 14
10. mars: KÍF – SÍ kl. 18:30
15. mars: SÍ – Dráttur kl. 13
15. mars: TB – Fleyr kl. 14:30
Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
SÍ 33 stig
Fleyr 32 stig
KÍF 20 stig
Mjølnir 19 stig
TB 19 stig
Dráttur 0 stig
SÍ og TB hava spælt 13 dystir – hini liðini hava spælt 14
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald