Hondbóltur

Mladen tryggjaði vestmenningum fyrsta hálvfinalusigurin

Vinnur VÍF á heimavølli sunnudagin, eru meistararnir í fjør aftur í finaluni.

(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

2022-03-24 23:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vestmenningar vóru í kvøld á vitjan í Kollafirði, tá fyrsta FM-hálvfinalan millum KÍF og VÍF varð leikt.

VÍF hevur ikki vunnið á KÍF fyrr í ár, men tað er nú tað ræður um at vinna, og tað gjørdu vestmenningar.

Støðan var 15-11 til VÍF í steðginum, men tá tíggju minuttir vóru eftir av dystinum, byrjaðu kollfirðingar at hála inn aftur upp á VÍF. Tað gjørdist heilt spennandi í síðstu sekundunum tá kollfirðingar fingu møguleika at javna, men tá stóð Mladen Mjerimacka stinnur og bjargaði skotinum.

Sostatt streyk VÍF avstað við fyrsta hálvfinalusigrinum. Spælt verður best av trimum, og málmunur hevur einki at siga.

Filip Jojic gjørdist toppskjútti hjá vestmenningum við tíggju málum. Morten Nyberg Kristensen skoraði flest mál hjá KÍF við sjey málum.

Spælt verður aftur sunnudagin, og tað verður klokkan 20 í Vestmanna.

Sí eisini: Myndir: KÍF - VÍF (jn.fo)

KÍF - VÍF 26-27 (11-15)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder