2020-09-13 13:50
A-landsliðið hjá kvinnum hevur tveir dystir á heimavølli fyri framman, og John Petersen, landsliðsvenjari hevur sent boð eftir Monu Rasmusdóttir úr ÍVB. Mona legst afturat hópinum, sum harvið telur 23 leikarar.
(Mynd: Jógvan Óli Kristiansen / FSF)
Mona Rasmusdóttir hevur spælt 10 dystir á U19 landsliðnum og níggju dystir á U17 landsliðnum. Hetta er hennara fyrsta úttøka til A-landsliðið.
Føroyar spæla fríggjadagin 18. september móti Norðurírlandi og týsdagin 22. september móti Hvítarusslandi. Báðir dystirnir verða spældir á Tórsvølli og byrja klokkan 17.
John Petersen sigur soleiðis um dystirnar:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald