Hondbóltur

Montenegro hevði munin í Farum

Føroyar stríddust væl allan vegin, og enn einaferð vísti liðið, at tað hevur tað sum skal til fyri at spæla upp ímóti liðnum, ið stríðast um EM-pláss.

Føroyingarnir royndu at halda Montenegro niðri í Farum Arena (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyingarnir royndu at halda Montenegro niðri í Farum Arena (Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-13 20:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan var um eina lívliga byrjan í Farum Arena, har Føroyar og Montenegro í kvøld spældu í næstseinasta umfarið í EM-undankappingini. Útiliðið dekkaði álopskent fyrstu løtuna og ágangandi allan dystin. Tað sást, at hetta var ein dystur, ið liðið skuldi og vildi vinna. Føroyingarnir skuldu arbeiða hart fyri at koma til opin skot og møttu nøkrum høðrum takklingum á vegnum. Í hinum endanum kom føroyska verjan væl sera væl frá byrjan, og í 1. hálvleiki skoraði Montenegro ikki nógv mál í skipaðum álopsspælið. Eins og í fyrra dystinum skoraði Montenegro 24 mál ímóti Føroyum.

Niklas Satchwell stóð væl í 1. hálvleiki, men tað gjørdi Nebosja Simic í málinum hjá Montenegro eisini. Hann tók fleiri opnar møguleikar; m.a. eitt brotskast frá Róa Berg Hansen, ið skoraði fýra mál í 1. hálvleiki. Eftir 20 minuttir var 6-6, men harfrá kom meira gongd á málskjótingina. Montenegro slapp ikki heilt frá føroyingunum fyri steðgin, men hóast sera gott stríð komu Føroyar ongantíð tættari enn tvey mál.

Myndir: Føroyar - Montenegro

Tað var ein smeitur, at Kjartan Johansen fekk sína triðju útvísing longu eftir 19 minuttir. Harvið var høgri bakkurin uttanfyri tað mesta av dystinum. Stóri trupulleikin eftir steðgin var tó at fáa steðga Montenegro  at skora. Teir á útiliðnum vóru oftast tryggir í avslutninginum, og gjørdu sær eisini dælt av teimum yvirtalsstøðunum, ið vóru. Vinstri vongurin Milos Vujovic var í hopla og skoraði heili 13 mál.

Føroyingar sleptu tó ongantíð takinum, og í álopsspælinum gingu Áki Egilsnes og serliga Jónas G. Djurhuus á odda. Vestmenningurin avloysti Kjartan og skoraði fýra ferðir. Hoyvíkingurin gjørdist føroyskur toppskjútti og skoraði m.a trygt uppá øll sínu brotskøst - í 1. hálvleiki brendu Føroyar síni brotskøst. 

Munurin í 2. hálvleiki var fyri tað mesta trý mál, og Føroyar fingu ikki av álvara skapt spenning seinastu løtuna. Montenegro fær tvey týðandi stig og skal spæla ímóti Ukraina um pláss í EM-endaspælinum sunnudagin. Føroyar endar í Aalborg ímóti Danmark. 

Vit hava viðmerkingar til reiðar her úr Farum skjótast gjørligt.

EM-undankapping - 5.umfar
13.06 - Farum Arena

Føroyar - Montenegro 21-24 (9-11)

Føroyska liðið frá byrjan: Nicholas Satchwell - Niklas Selvig, Kjartan Johansen, Helgi Hildarson Hoydal (Hans Eli Sigurbjørnsson í álopinum), Rókur Akralíð, Jónas Gunnarson Djurhuus, Rói Berg Hansen

Útvísingar: Kjartan Johansen (3) - reytt kort, Brandur Halgirsson, Peter Krogh (2), Niklas Selvig, Jónas Gunnarson Djurhuus 


Føroysku málskjúttarnir: 
Jónas Gunnarson Djurhuus 6 (3)
Rói Berg Hansen 4
Áki Egilsnes 4
Rókur Akralíð 2
Helgi Hildarson Hoydal 2
Allan Norðberg 1
Niklas Selvig 1

Dystargongdin:
5.min: 1-2
10.min: 3-3
15.min: 4-4
20.min: 6-6
25.min: 7-9
35. min: 11-14
40.min: 14-17
45.min: 16-19
50.min: 17-21
55.min: 20-23

 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder