
Fótbóltssamband Føroya hevur fingið avtalu í lag við Georgia, um at Georgia og Føroyar spæla venjingardyst á Dinamo Arena í Tblisi hósdagin 5. juni klokkan 17, sum er klokkan 20 lokala tíð.
Dysturin er fyrireiking til HM undankappingardystin móti Gibraltar, sum verður á Tórsvølli fýra dagar seinni, mánadagin 9. juni.
A-landsliðið við monnum hevur annars tvær ferðir áður møtt Georgia, sum Føroyar vóru í bólki saman við í undankappingini til EM 2008.
Tann 18. august í 2006 vunnu georgiar 6-0 á Svangaskarði, og tá liðini møttust aftur tann 28. mars árið eftir, vann Georgia 3-1. Føroyska málið skoraði Rógvi Jacobsen, tá hann í 56. minutti minkaði um munin til 2-1.
Føroyski hópurin til landsdystirnar móti Georgia og Gibraltar verður kunngjørdur á tíðindafundi í FSF húsinum á Tórsvølli mánadagin 26. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald