Fótbóltur

Mótstøðuliðini hjá Manchester United og Inter skulu finnast

Týskvøldið vera tvær tær síðstu fjórðingsfinalurnar í Europa Leageu leiktar. Wolverhampton møtir Sevilla, meðan Shakhtar Donetsk spælir ímóti Basel.

Raul Jimenez skal royna at skjóta Wolves í halvfinaluna í Europa League. (Savnsmynd)

Raul Jimenez skal royna at skjóta Wolves í halvfinaluna í Europa League. (Savnsmynd)

2020-08-11 17:55 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Mánakvøldið vunnu Manchester United og Inter seg í hálvfinaluna í Europa League eftir sigrar á ávikavist FCK og Bayer Leverkusen.

Í kvøld skulu so mótstøðuliðini í hjá United og Inter í hálvfinaluni finnast. Manchester United skal í hálvfinaluni hitta antin Wolverhampton ella Sevilla.

Shaktar Donetsk spælir ímóti Basel í seinastu fjórðingsfinaluni. Vinnarin av hesum dystinum skal upp ímóti Inter í hálvfinaluni.

Báðir dystirnir í kvøld verða leiktir í Týsklandi, eins og finalan veðrur tað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder