Annað

Móttøka fyri badmintonsspælarunum verður mikudagin

Klokkan 16 í morgin verður oyggjaleikahópurin fagnaður fyri søguliga góðu úrslitini á Oyggjaleikunum. Føroyar vóru í øllum finalunum í einmansleiki - og vunnu allar.

Tilsamans vunnu Føroyar 5 gull, 2 silvur og eina bronsu í badminton á Orknoyggjum

Tilsamans vunnu Føroyar 5 gull, 2 silvur og eina bronsu í badminton á Orknoyggjum

2025-07-22 13:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Beint fyri miðnátt leygarkvøldið lendi føroyska ferðalagið, sum hevur verið á oyggjaleikunum á Orkney. Troytt, útlúgvaði, men eina fantastiska uppliving ríkari.

Farnu vikuna hevur føroyska badmintonlandsliðið frá morgni til myrkurs stríðst seg til besta oyggjaleikaúrslit nakrantíð. Umstøðurnar í badmintonhøllini á Orkney vóru sera góðar. Allir dystirnir vórðu stroymdir, so at familja og onnur heima kundu fylgja við allar dagar. Eisini varð okkum fortalt, at tey, sum varða av badminton á Orkney, ongantíð áður hava sæð so nógvar áskoðarar inni í høllini.

Okkara leikarar hava allir lagt nógv fyri, at úrslitið bleiv so gott. Tey hava vant nógv og miðvíst gjøgnum longri tíð, og nú sæst hetta á øllum heiðursmerkjunum, sum vórðu vunnin.

[object Object]

Oyggjaleikirnir á Orkney vóru á mangan hátt søguligar fyri føroyskt badminton: Fyri fyrstu ferð eydnaðist teimum annað árið á rað at koma í finaluna í liðkappingini. Eisini var Føroyar umboðaðar í øllum finalunum í einstaklingakappingini, og vunnu allar.

Fnalan í einmansleiki hjá harrunum var sermerkt við tað, at vit fyri fyrstu ferð vunnu hana. Og aftur til hesar oyggjaleikirnar var finalan í blandaðum tvímansleiki føroysk. Tilsamans vunnu Føroyar 5 gull, 2 silvur og eina bronsu.

Farnu vikuna hava okkara badmintonleikarar spælt 23 dystir í liðkappingini og tilsamans 64 dystir í einstaklingakappingini.

Mikudagin 23. juli kl. 16.00 verður almenn móttøka fyri okkara oyggjaleikahetjum í badmintonhøllini í Havn. Øll eru hjartaliga vælkomin.


Á oyggjaleikalandsliðnum vóru:
Bjarnhild í Buð Justinussen
Mia Thorkildshøj
Miriam í Grótinum
Ranja Joensen
Sanna Thorkildshøj
Asbjørn Heide Olsen
Magnus Dal-Christiansen
Rúni Øster
Jónas Djurhuus
Christian Berg Petersen

Venjarar vóru Fai Yin Wong og Erland Poulsen.
Fysioterapeutur: Bjartur B. Thomsen.
Ferðaleiðarar: Sofía Olsen og Mariann Øster.
Dómarar: Jónfinn Peturson og Herman Eysturoy.

Badmintonssamband Føroya
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder