
Podgorica, Montenegro (Portalurin) - Fleiri av føroyingunum høvdu ikki sovið so nógv í nátt. Dysturin í gjár var ikki liðugur fyrrenn stutt fyrrenn klokkan ellivu lokala tíð. Talan var um harðan og spennandi dyst, og adreanalini koyrdi leingi.
Menn skuldu tíðliga upp í morgin. Aftur stóð eitt lítið leiguflogfar fyri føroyska hópinum, men tað var heldur tvørligt at koma ígjøgnum á lítla leiguflogfars-flogvøllinum í Prag.
Tað tyktiskt, sum man var komin nøkulunda yvir vónbrotið, ið tað var at missa eitt søguligt og “stórt stig”. Føroyska liðið skal eisini skjótt reisa seg, tí næsta uppgávan er longu týskvøldið klokkan 19.45.
Montenegro er eitt mótstøðulið, sum manslandsliðið ongantíð hevur havt fyrr. Túrurin her til gekk skjótt, og liðið er komið uppá pláss í Crowne Plaza í miðbýnum í montegrinska høvuðsstaðnum.
Í kvøld venur liðið her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald