Pernille Brandenborg, Súna Krossteig Hansen og Rakul Wardum vóru ikki komnar til landið, tí allar høvdu uppgávur fyri síni lið í dag.
Sí eisini: Førroyskir landsliðsmálverjar skifta felag í summar
Fyrstnevnda er júst komin í gongd aftur eftir skaða, og spældi landliðsliðskiparin fleiri minuttir fyri Storamar í sigri dag, enn í undanfarnu dystunum: Pernille skoraði trý mál móti Fredrikstad, og hóast hon ikki fer at spæla fulla tíð í dystunum móti Portugal, so kann hennara leiklutur gerast ógvuliga týðandi.
Ungi strikuspælarin hjá VB, Agatha Kjærbæk Djurhuus, vandi við í dag og skal eisini venja landsliðnum næstu dagarnar. Tríggjar aðrar úr 2006-árganginum, sum í síðstu viku spældu væl í steypafinalusigrinum hjá Kyndli vóru eisini við í Hoyvík: Málverjin Gylta Djurhuus á Neystabø, høgri vongurin Joan Johannesen og bakspælarin Geirsdóttir Eystberg.
Les eisini: Gylta skein bjartast í steypafinaluni
Maria Halsdóttir Weyhe var eisini at síggja, hóast hon ikki er úttikin til dystirnar hesaferð. Tað er Natasja Hammer, sum stórspælir fyri Stjarnuna í Íslandi. Hetta er fyrstu ferð í nærum tvey ár, at Natasja, sum hevur átt barn og annað síðani, er á landsliðnum.
Føroyska liðið hevði eina vanliga venjing, við nakað av taktiskari ætlan, og skal venja tvær ferðir í morgin.
Tá verður høvuðsvenjarin Claus Mogensen við: Høvuðsvenjarin sat fastur í Kastrup í dag orsakað av flogtrupulleikum hjá donskum flogfelag. Harvið tók Simon Olsen høvuðsábyrgdina av venjingini í Hoyvíkshøllini.
Mikukvøldið 4. mars klokkan 19 vitjar Portugal við Tjarnir - myndir niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald