Fótbóltur

Myndir: B36 vann týdningarmikil stig í stríðnum um evropamilliónir

Við 2-0 tapi ímóti B36 í kvøld misti Víkingur silvurkrónurnar til HB.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-04 21:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Víkingur hevur stóran part av kappingarárinum ligið á øðrum plássið, men allar síðsta dystinum á árinum - einum útsettum dysti - har ein sigur var eitt krav fyri at varðveita  annað plássið eydnaðist tað ikki at halda fast.

B36 sum hevur fjórða plássið og evropamilliónirnar at spæla fyri, legði nógv fyri í dystinum á Tórsvølli í kvøld, sum varð leiktur uttan áskoðarar.

Heimaliðið var ágangandi, og skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki. Tað var mál frá Hannesi Agnarssyni í 23. minutti, og eitt frá Magnusi Jacobsen tá 29 minuttir vóru leiktir.

Fleiri mál komu ikki í dystinum og B36 vann 2-0, og hála seg upp á fjórða plássi við 45 stigum. Í hølunum er NSÍ við 44 stigum. Hesi bæði liðini, NSÍ og B36, hittast nevniliga í seinasta dystinum í landskappingini við Løkin í Runavík sunnudagin.

Tá veður avgjørt hvør fer avstað við fjórða plássinum og evropamilliónunum. Eingir áskoðarar sleppa til dystin.

Víkingur fekk á Tórsvølli í kvøld bronsu um hálsin, og HB vinnur sostatt silvur í ár. Júst nær HB-liðið fær heiðursmerki um hálsin er ikki kunngjørt enn.

B36 - Víkingur 2-0 (2-0)
23' Hannes Agnarsson 1-0
29' Magnus Holm Jacobsen 2-0

Stigatalvan í Betri deildini

1. KÍ 72 stig (27 dystir)
2. HB 61 stig (27 dystir)
3. Víkingur 60 stig (27 dystir)
4. B36 45 stig (26 dystir)
5. NSÍ 45 stig (26 dystir)
6. 07 Vestur 28 stig (27 dystir)
7. EB/Streymur 25 stig (27 dystir)
8. B68 25 stig (27 dystir)
9. ÍF 16 stig (27 dystir)
10. TB 3 stig (27 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder