Fótbóltur

Myndir: Bert nakrir vóru at síggja til venjing á grasinum í Moldova

Teir, sum ikki byrjaðu inni, skuldi spæla bólt - umframt taka nakrar myndir við fjepparum. Hetta meðan hinir vandu styrki og annað á gistingarhúsinum. Týskvøldið kl. 17 bíðar lykladystur móti Moldova.

Undan venjingini í dag var einhvør dystur á vøllinum. Og summir moldovar vildu hava mynd saman við føroysku spælarunum (Mynd: Sverri Egholm)

Undan venjingini í dag var einhvør dystur á vøllinum. Og summir moldovar vildu hava mynd saman við føroysku spælarunum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-27 18:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Chisinau, Moldova (Portalurin): Eftir dyst leygarkvøldið og ferðing seint í gjárkvøldið og part av náttini, hava føroysku spælararnir tikið sær av løttum í nakrar tímar.

Seinnapartin føroyska tíð høvdu spælararnir venjing í høvuðsstaðnum í Moldova. Men tað var tvíbýtt.


Teir ellivu, sum byrjaðu inni á Tórsvølli leygarkvøldið, vóru eftir á gistingarháttinum og vandu styrki saman við kropsliga venjaranum Magna Mohr. Restutión var eisini á skránni.

Samstundis vandu hini tólv spælararnir á einum grasvølli, sum var beint við tjóðarleikvøllin Zimbru Stadion. Har verður landsdysturin millum Føroyar og Moldova spælur týskvøldið 29. september klokkan 17 føroyska tíð.

Atli Gregersen, hjálparvenjari, koyrdi hesa venjingina saman við greinaranum og málverjuvenjaranum, Jákupi Reinert Højgaard og Geza Turi. Eftir upphiting vóru alveringar, 3 móti 2 við skotum, umframt spæl á tvey mál (6 móti 6) á skránni.

Tann 24. og nýggjasti spælarin í hópinum, Aron Benjaminsen, lendi í Chisinau, meðan venjing var. Eftir umveg og ein eyka flogtúr, er vongurin nú her og venur saman við øllum hinum á Zimbru Stadion í morgin, mánakvøldið.

Sí eisini: Keflavík - Berlin - Chisinau: Aron Benjaminsen er loksins lendur í Moldova

Sí myndirnar, sum Sverri Egholm tók til fótbóltsvenjing í Moldova í kvøld niðanfyri: 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder