Fótbóltur

Myndir: Djúpumýra til reiðar til evropeiskar dystir

Nógv er hent rundanum fótbóltsvøllin í Klaksvík seinastu árini. Umleið 600 setur eru fyri stuttum komin upp við eystara endan, og harvið kann KÍ hósdagin hýsa sínum fyrsta heimadysti nakrantíð í evropa.

Vanliga skiftingarrúmið hjá kvinnunum, sum útiliðið fer at nýta hóskvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Vanliga skiftingarrúmið hjá kvinnunum, sum útiliðið fer at nýta hóskvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2021-07-13 18:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør kom nýggja skýli á suðursíðuni - Bláa Skýlið. Tað fekk talið á sitiplássum við leikvøllin við Djúpumýru nakað uppum 700, og í niðastu hædd, undir áskoðaraplássunum, eru nýmótans vektrúm og skiftirúm, stórt brúsurúm, umframt skrivstovur og annað, ið besta mansliðið dagliga nýtir. 

Í sama bygningini er eisini eitt stórt høli innanfyri glasrútarnar við sitiplássini, og beint niðriundir eitt líknandi skiftirúm sum tað hjá mansliðnum, ið nógv vinnandi kvinnuliðið brúkar, har millum annað eitt vektrúm eisini er tilknýtt. Ta skiftirúmið skal RFS nýta hósdagin. Oddaliðið í bestu lettisku mansdeildini verður fyrsta mótstøðuliðið hjá KÍ í evropeiskum dysti við Djúpumýru, og skal royna at venda 2-3 tapinum frá dystinum í fyrsta umfari í UEFA Conference League í Lettlandi hósdagin. Í 1992 var Skonto Riga fyrsta liðið, ið vitjaði nakað føroyskt felag í evropeiskari kapping - hetta var KÍ í Champions League í dysti á Svangaskarði, ið endaði 3-1 til útiliðið.

Tað var á Svangaskarði. 21 ár seinni kann KÍ loksins "veruliga" spæla á heimavølli í evropeiskum dysti eftir menning og nógvar íløgur frá serliga kommununi. Tað er endaliga komið uppá pláss, við at nógv nýggj sitipláss seinastu tíðina eru komin upp á eystaru síðu - aftanfyri málið ið vendir móti Drotning Margrethu barnagarðinum og KFUM. 

Farið varð í gongd í mars, og seinastu juli hevur arbeitt verið við fullari ferð við verkætlanini, ið kostar umleið seks milliónir. Formaðurin hjá KÍ, Tummas Lervig, sigur við Portalinum, at fyri at hýsa dystum sum honum hóskvøldið skulu helst 1.500 sitipláss vera tøk, men áleið 1.200 vera eisini góðtikin fyri at leikvøllurin kemur undir bólk tvey hjá UEFA. Við sitiplássunum í eystara enda verða næstan 1.400 sitipláss - 625 + 740. Ikki øll eru komin uppá pláss enn - tað verða fleiri, um KÍ hósdagin spælir seg víðari.

800 atgongumerki eru seld til Conference League-dystin, og tey vórðu skrædd burtur: Klaksvíkingar gleða seg til stóra kvøldið. Tað kann ikki verða fullsett til dystin, orsakað av koronustøðuni, og møguligt er, at áskoðarar skulu hava masku. Hetta verður avgjørt av umboðsmanninum hjá UEFA á dystardegnum.

Tvey skýli, ein síða við skjótt 625 sitiplássum, flottar umstøður: Djúpumýra er so at siga heilt til reiðar at gerast fjórði leikvøllurin í Føroyum, ið hýsir evropeiskum dysti.

Samrøða við Tummas Lervig, formann í KÍ, verður á Portalinum í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder