Hondbóltur

Myndir: Føroyingarnir til reiðar at stríðast ímóti Danmark

Føroyar høvdu fyri løtu síðani venjing í Gigantium í Aalborg.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-15 16:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Frá Norðursælandi til Norðurjútlands - frá Montenegro til Danmark. Í morgin standa heimsmeistararnir fyri skotum, og í føroysku leguni er man uppsettir uppá at gera tað væl í seinasta dystinum í undankappingini.

Føroyska liðið hevði eina heldur róliga venjing í stóru multihøllini, har pláss er fyri áleið 5600 áskoðarum til hondbóltsdystir.

Allir leikararnir tykjast at vera heilt til reiðar til dystin, ið setur punktum fyri undankappingina, har Føroyar hava 1 stig í bólki 8. Danmark er longu víðari sum vinnari av bólkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder