Magdeburg, Týskland (Portalurin) - Sum til fleiri aðrar kappingar síðstu árini hevur hesin árgangurin góðan stuðul.
Fleiri føroyingar, serliga familjulimir, eru til staðar í Magdeburg, og tað verða fleiri seinni í kappingini.
Nógv búgva á gistingarhúsum nær við, og longu áðrenn klokkan 10 lokala tíð vóru fleiri komin í GETEC Arena at hanga føroysk fløgg upp o.s.fr.
Merkið sæst væl, og føroysku áskoðarnir fara helst eisini at hoyrast eitt sindur til dystin móti Japan, ið kann senda okkum víðari í HM-endaspælinum.
Annars eru millum annað nógv skúlabørn her í høllini, har tað vanliga er pláss fyri líka yvir 6.000 áskoðarum. Hetta er heimavøllurin hjá SC Magdeburg, sum sunnudagin vann Champions League-finaluna eftir longda leiktíð í Koln.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald