
Fyri løtu síðani kappingin í leirdúgvukappingini 'olympic skeet' avgjørd við Mariusi Joensen sum tryggum gullvinnara.
Tórur Fløtt, sum vann gull saman við Mariusi í liðkappingini, gjørdist nummar fimm.
Les eisini: Marius Joensen vann sannførandi í skeet
Nú er kappingin í 'automatic ball' í trap-skjóting byrjað. Tann kappingin verður ikki avgjørd fyrr enn í morgin. Við í hesi kappingini eru Finn Ludvig og Alex Johannesen.
Alex Johannesen fekk góða byrjan. Misti fyrstu dúgvuna, og rakti síðan 24 á rað. Hann og ein annar hava lagt seg á odda við 24 dúgvum. Teir skulu skjóta fimm røðir í dag og í morgin áðrenn finalan fer í gongd.
Alex og Finn gjørdust nummar 8 í liðkappingini í hesi greinini. Í hinari trap-kappingini, 'olympic trap', gjørdust teir nummar fýra. Teir skulu eisini luttaka í einstaklingakapping í 'olympic trap'.
-
Tórur Fløtt
-
-
-
Hugtakandi skjótibreytin í Gibraltar
-
-
-
-
-
-
Undir sjálvari skjótibreytini er tilhaldsstað hjá skjúttum og áskoðarum, bæði innan- og uttandura
-
-
Skjúttarnir leita sær skugga handan úrslitatalvuna
-
-
Tórur Fløtt hugsunarsamur - tað gongur ikki eftir vild
-
-
-
-
-
-
-
Gullvinnarin, Marius Joensen
-
-
Fredrik Melin úr Gotlandi fekk silvur, Marius Joensen gull og Marcus Påvals úr Álandi fekk bronsu
-
Finn Ludvig
-
-
-
Alex Johannesen
-
Alex Johannesen
-

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald