Toppdystur var í Hoyvíkshøllini seinnapartin. Dysturin, sum mestsum varð leiktur uttan áskoðarar var spennandi í fyrra hálvleiki, men gestirnir úr Havn steðgaðu upp í seinna hálvleiki.
Støðan í steðginum var 15-15, men tá avtornaði vóru sjey mál á muni, 32-25 til H71. Harvið taptu tær grønkløddu fyri fyrstu ferð í ár. Hoyvíkskvinnur eru framvegis ósigraðar.
Í Vági spældu VB og føroyameistararnir frá í fjør, StÍF. Strandakvinnur vóru væl betra liðið í dag, og vunnu 32-20. Hálvleiksstøðan var 9-19 til gestirnar.
Úrslitini í dag
H71 - Kyndil 32-25 (15-15)
VB - StíF 32-20 (9-19)
Støðan í SMS-kvinnur
1. Kyndil 12 stig (8 dystir)
2. H71 11 stig (6 dystir)
3. Stjørnan 9 stig (6 dystir)
4. Neistin 8 stig (6 dystir)
5. StÍF 6 stig (8 dystir)
6. EB 2 stig(6 dystir)
7. VB 0 stig (8 dystir)
Sí myndir úr Hoyvík:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald