Hondbóltur

Myndir: HM-fyrireikingarnar byrjaðu í Hoyvík

Allir uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum vandu fyrrapartin, tá serliga verjuspælið var í miðdeplinum. Føroyar venja aftur seinni í dag.

Teis Horn Rasmussen, sum fyri stutum breyt nøsina, í skotroynd av strikuni (Mynd: Sverri EgholmI

Teis Horn Rasmussen, sum fyri stutum breyt nøsina, í skotroynd av strikuni (Mynd: Sverri EgholmI

2024-05-06 14:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið við monnum er nú savnað í sambandi við stóru uppgávurnar móti Norðurmakedónia í vikuni. Dystirnir á Hálsi mikudagin og í Skopje sunnudagin gera av, hvørt Føroyar koma til HM-endaspælið í januar ella ikki.

Undan venjingini fyrrapartin hevði Peter Bredsdorff-Larsen eitt taktiskt upplegg við hópinum, og á hallargólvinum í Hoyvík hugsavnaðu teir seg sera nógv um verjuspæli. Millum annað var tað undirtalsverja - Norðurmakedónia nýtir ikki sjálvdan 7 ímóti 6 spælið.

Allir vandu - Pauli Jacobsen við verndarbrillum vegna skaða í nethinnuni og Teis Horn Rasmussen við masku vegna brotna nøs. Bárður Dam hevur i ár gjørt bart fyri KÍF, og kollfirðingurin var við sum eina eyka høgri vongur/høgri bakkur til venjingina.

Bundesliga-spælararnir Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum vóru upptiknar av dystum seinnapartin í gjár og vóru í gongd við at ferðst heim, meðan hinir vandu í Hoyvík. Elias og Hákun venja við klokkan 16.30 - nakað av ivamálið er framvegis um knæiðið hjá spælskiparanum heldur til 60 minuttir mikukvøldið.

Sí myndir úr Hoyvík, sum Sverri Egholm tók, niðanfyri. Meira úr landsliðsleguni seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder