Annað

Myndir: Jákup Petur Eliassen súkklar Everesting

Brekkan frá Autoservice niðan á Kleynsvarða skal súkklast 42 ferðir fyri at røkka 8.848 m – Hæddina á Mount Everest.

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-07-21 15:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Everesting snýr seg um at velja eina brekku og súkkla hana, til en hevur klintrað hæddina á Mount Everest, sum er hægsta fjallið í heiminum.

Hetta skal gerast í einum og sama túri.

Jákup Petur Eliassen hevur valt brekkuna frá Autoservie niðan á Kleynsvarða. Hendan brekkan skal súkklast 42 ferðir fyri at røkka hæddini á Mount Everest, sum er 8.848 metrar.

Hann byrjaði at súkkla klokkan fimm í morgun, og eftir ætlan verður hann liðugur í kvøld.

Niðanfyri síggjast myndir, sum myndamaðurin, Jens Kr. Vang hevur tikið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder