
Á stutta tíðindafundinum undan dagsins venjing tók Håkan Ericson saman um teir tríggjar landsdystirnar í september. Landsliðsvenjarin var ikki nøgdur við tann fyrsta dystin - 0-4 móti Ísrael - min hinar báðar - Danmark 0-1 og Moldova 2-1 - og var sera væl nøgdur við, at Føroyar sambært tølunum vóru fysiskt omaná móti Moldova og fingu lagt meira orku í tann dystin, ið var tann triðji uppá seks dagar, enn mótsstøðuliðið.
Um mótstøðuliðið í morgin segði sviin, at Eysturríki er eitt tekniskt lið, ið er sterkt í genpressinum og roynir at vinna bóltin høgt. Fyri Føroyar verður tað serliga umráðandi at gera økini lítil.
Håkan Ericson, ið nú skal standa á odda fyri sínum kappingardysti nummar 13 við Føroyum, kom eisini inn á, at tað er eitt sindur meira "avslappandi" nú tveir dystir eru ístaðin fyri tríggjar, og at tað sum venjari er gott, at hesuferð kunna arbeiða meira við smálutum.
Eysturríki er eitt serstakt mótstøðulið fyri Føroyar, tí tað er tað liðið, ið okkara manslandslið spældi fyrsta undankappingardystin naktantíð ímóti. 1-0 sigurin í Landskrona sendi skjálvtar gjøgnum Evropa, og Håkan Ericson minnist væl úrsltiið í sínum heimlandið. Tó er hetta ikki nakað at dvølja við, sigur hann; tó at tað kann vera nakað positivt, at man hevur havt góð upplivisi móti einum landi fyrr.
Sølvi vandi ikki við
Føroyar fingu aftur stig á heimavølli móti Eysturríki í 2008. Tá var tað á Tórsvølli, og tá var talan um 1-1 javnleik. Í mars legði Sonni Ragnar Nattestad Føroyar á odda í Wien, men tað rakk ikki til stig, eins og málini hjá Torkili Nielsen og Boga Løkin. Avrikið fyrsta hálva tíman í Eysturríki vísti, at Føroyar kunnu ver aheilt væl við móti hesum liðnum, men mistøkini næsta korterið vóru ov stór og dýr og samanlgt manglaði nógv í ti lat fáa stig.
Sølvi Vatnhamar byrjaði tá, eins og leivíkingurin vanliga ger, inni. Um hann er førur fyri tí í morgin er ivasamt. Elsti leikarin á landsliðnum vandi fyri seg sjálvan tí løtuna, miðlarinir høvdu atgongd, og var saman við fysioterapeutinum. Um hann ikki spælur, er tað mest sannlíkt, at René Shaki Joensen røkir plássið sum høgri kantur.
Annars var lagið gott á monnum, og tað tykist sum um, at spælararnir gleða seg nógv til at spæla á Tórsvølli aftur, og at vónir eru um at aftur gera tað ógvuliga torført hjá eysturríkarum at spæla móti Føroyum.
Myndir frá venjiingini (Sverri Egholm)
-
Hans Erik Danielsen, miðlafólk hjá FSF og Håkan Ericon og Viljormur Davidsen
-
Viljormur Davidsen
-
Håkan Ericson
-
Jóannes Bjartalíð
-
Jóannes Bjartalíð, sum kom inn í landsliðshópin í gjár fyri Meinhard Egilsson Olsen
-
Eli Hentze
-
Martin Agnarsson
-
John Frederiksen á súkkluni
-
Håkan Ericson
-
Martin Agnarsson, lítlibeiggi Hannes, vandi eisini við landsliðnum í dag
-
Igor Ardoris, Andras Gango og Eli Hentze
-
-
Hegga Samuelsen fær eina heilsan frá leikarunum
-
-
Hørður Askham
-
Ári Mohr Jónsson
-
-
Gilli Rólantsson
-
Richard Dahan, fysioterapeut og Sølvi Vatnhamar
-
Gunnar Vatnhamar
-
Jóannes Kalsø Danielsen
-
Heini Vatnsdal

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald