Myndir: KÍ kom undir liðuna á NSÍ

Týðandi sigur hjá klaksvíkskvinnum við Løkin har tað endaði 1-2. Nú eru liðini púra jøvn í stigum, og HB er beint í hølunum. Lisa Haraldsen skoraði fimm mál fyri HB á Skála - FC Hoyvík fekk sín fyrsta sigur í ár.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-09 16:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

NSÍ vann fyrr í ár í Klaksvík, og HB hevur eisini koppað KÍ. Men nú er púra javnt aftur í FM-stríðnum millum liðini, sum seinastu árini hava stríðst um FM.

HB vann á NSÍ stutt fyri landsliðssteðgin, og nú beint eftir landsliðssteðgin sigraði KÍ við Løkin.

Durita Hummeland og Tóra Mohr skoraðu báðar stutt fyri steðgin. Síðani hevði KÍ sum heild gott tamarhald á, til NSÍ vann bóltin í 72. minutti, og ársins spælari fyri mai, Heidi Sevda,l smekkaði hann í netið.

Føroyameistararnir royndu at trýsta, men tað endaði 1-2, og harvið hava KÍ og NSÍ nú bæði 27 stig fyri 11 dystir.

HB vann á Skála í dag, har Lisa Haraldsen veruliga var í hopla við fimm málum. Harvið er HB heilt væl við í FM-stríðnum eisini.

FC Hoyvík fekk í dag ársins fyrsta sigur tá liðið vendi 0-1 til 2-1 móti 07 Vestur.

[object Object]

Sí myndir:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder