Fótbóltur

Myndir: NSÍ fyrireikar seg til Europa League

Í góðveðrinum á Svangaskarði í kvøld vandi NSÍ. Nakrir skaðar eru í hópinum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-17 21:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani NSÍ á fyrsta sinni spældi í evropeiskum fótbólti í 2003 eru allarflestu heimadystirnir leiktir á Svangaskarði. Í ár er einki undantak, og liðið hjá Glenn Ståhl vandi í kvøld á Toftum.

Tað gjørdi NSÍ eisini leygardagin og í annaðkvøld og mikukvøldið skulu teir í svørtum og gulum leggja seinastu hond á fyrireikingarnar á Svangaskarði.

Í kvøld var fitt av fokusi á taktiska uppleggi til dystin hóskvøldið, har NSÍ í undanumfarinum í Europa League tekur ímóti Barry Town United úr Wales - eitt lið ið eins og NSÍ spælir við trimum miðverjum.

Ein av teimum 23 leikarunum, ið vóru til venjing, rann ein fyri seg sjálvan - uttan gaggur. Tað var miðvallarin Betuel Hansen. Undan dystinum móti Vìkingi í farnu viku, hevði hann leikt allar dystirnar, og næstan allar minuttirnar, fyri NSÍ í ár. Dugnaligi miðvallarin fekk tó eitt  strekk í lærkrikan móti ÍF, og hann verður ikki tøkur hóskvøldið. Tað er tó ein møguleiki fyri, at Betuel verður tøkur, um NSÍ kemur víðari til 1. umfar, har uppgávan í so fall verður Aberdeen á útivølli.

Pætur Hentze og Búi Egilsson vóru ikki til venjingina, og teir vera ikki tøkir til uppgávuna heldur. Búi er júst skurðviðgjørdur fyri brokk

NSÍ og Barry Town United spæla hóskvøldið klokkan 18. Runavíkingar eru ongantíð áður komnir víðari í evropeiskum fótbólti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder