2021-04-21 17:46
Longu um 16 tíðina byrjaði tað av álvara at fyllast, og ein tíma áðrenn dystarbyrjan var meira enn fult.
Tað er stórur spenningur á Skála seinnapartin, har StÍF við sigri á Neistanum kann tryggja sær sítt fyrsta FM-heitið. Ein hálva tíma undan dystarbyrjan var høllin so at siga full.
Vit tóku nakrar myndir av mælsku StÍF-fjepparunum fyri løtu síðani, sum hava stytt sær um stundir við ymsum sangum og herrópum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald