
Stigamet í einari UEFA-kapping og 2. pláss í bólkinum. Føroysku kvinnurnar hava megnað at koppað Gibraltar tvær ferðir og fingið fýra stig av seks møguligum móti Moldova.
Í kvøld skulu Føroyar royna at gerast fyrsta liðið at skora ímóti og taka stig frá Slovakia, sum hevur fult stigatal (15 stig) og málúrttøkuna 25-0. Slovakia vann 3-0, tá liðini hittust í 1. umfari.
Gott lag var í føroysku leguni í gjár, tá seinasta venjingin var á skránni - sí myndir hjá Jóhannu Thomsen niðanfyri.
KVF stroymir dystin, ið byrjar klokkn 18. Til ber at fylgja við ovast á Portalinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald