Hoyvíkingar spæla um vikuskiftið Europa Cup-dystir í Høllini á Hálsi.
Kvinnurnar løgdu út klokkan 18 ímóti norðurmakedonsku Cair-Skopje, og tað gjørdist til ein avsmurning hjá norðurmakedonska liðnum, sum lítið fekk at rigga meðan hoyvíkskvinnur struku avstað.
Tað vóru annars Norðurmakedonsku kvinnurnar sum høvdu betru byrjanina, og vóru á odda 4-2. Men síðani tók Hoyvík yvir, og í hálvleikinum var H71 á odda við seks málum, 22-16.
Í øðrum hálvleiki gjørdist munurin bara størri, og H71 vann við heili 17 málum. 43-26.
Sostatt er lítil spenningur í returdystinum, sum verður leiktur í Høllini á Hálsi klokkan 18 í annaðkvøld.
Menninir spæla bara annan dystin ímóti norska Drammen í Føroyum, og hann byrjar nú klokkan 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald