Eins og í Badmintonhøllini, har Team Klaksvík og H71 hittust fyrr í kvøld, var eisini lagt upp til ein spennandi dyst í KÍ-høllini tá Stjørnan og H71 brustu saman í fyrstu FM-hálvfinaluni.
Men heldur ikki her bleiv nakar spenningur. Við støðuni 18-13 var ongantíð nakar ivi, og H71 vann trygt 32-26.
Toppskjuttar hjá H71 gjørdust Jana Mittún og Rannvá Olsen við níggju málum í part. Durita Christophersen Jojic gjørdist topskjútti hjá Stjørnuni við 12 málum.
Sunnudagin klokkan 14 hittast liðini, og tá er alt so at siga opið aftur. Málmunur telur ikki í hesum finalunum, og tí kann Stjørnan við sigri sunnudagin syrgja fyri at alt skal avgerast í einari triðju hálvfinalu.
Stjørnan - H71 32-26
Sí myndir úr KÍ-høllini í kvøld:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald