Hondbóltur

Myndir: Stórt neontiltak á Skála

Barna- og ungdómsliðini endaðu árið við neontiltaki í høllini. Sí myndir.

(Mynd: StÍF)

(Mynd: StÍF)

2023-04-06 11:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

StÍF: Týsdagin var stórt felags endatiltak fyri øll barna- og ungdómslið hjá StÍF.

Neondystir vóru í høllini á Skála. Høllin bleiv sløkt og ultraviolett (UV)-ljós fingu bólt, mál, strikur og leikarar til at lýsa! Ein festligur máti at spæla hondbólt og at enda hetta kappingarárið við. Børn, ung og vaksin hugnaðu sær saman.

Á leið 160 leikarar vóru við, býttir á 26 lið frá U8-U16. 26 venjarar vóru og tveir dómarar hildu væl skil á.

Stigtakar til tiltakið vóru Alexandur Johansen, Guðrun Ólavsdóttir og Sólvá í Selvindi.

Sí myndir:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder