Leygardagurin var spennandi dagurin, tá Team Rynkeby kom til París.
- Ein heilt fantastiskur dagur, rørandi og stórfingin. Familja, vinir og kenningar stóðu fyri okkum við fløggum, lógvabrestum og klár at hálsfevna øll. Nógv av hinum liðunum vóru eisini komin, og tað var sera hugnaligt og festligt á Prairie du Cercle Sud, har øll samlaðust, verður sagt út Team Rynkeby.
Team Rynkeby taldi í ár 48 súkklarar og 12 hjálparfólk. Farið varð úr Føroyum 7. juli og byrjað varð at súkklað úr Hirtshals leygardagin 9. juli. Súkkla varð gjøgnum Danmark, Týskland, Holland, Belgia og síðani Frakland.
Komið varð til franska høvuðsdagin leygardagin 16. juli.
- Ein framúr góð vika og ikki minni gott rynkuár eru liðug. Vit eru glað og takksom fyri, at øll komu til París í øllum góðum, sigur Team Rynkeby Føroyar.
Tilsamans súkklaðu tey 1377 kilometrar.
Myndir: Team Rynkeby Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald