Annað

Myndir: Tá sól og rørslugleði tóku yvir

– Skúlaítróttadagur við Skúlaleikum 2025.

2025-04-16 18:25 Author image
Innsent
placeholder

Tað byrjaði við kulda, myrkri og regni. Vindurin lá niðan ígjøgnum Havnina, og nógv høvdu helst hug at halda seg inni henda fríggjamorgunin 11. apríl.

Men hetta var eingin vanligur dagur – hetta var Skúlaítróttadagurin fyri 7. flokkar í Føroyum.

Og júst, sum vit kenna tað so væl frá veðrinum her á landi, umskiftist alt við eitt. Beint áðrenn næmingarnir skuldu fara út og undir ymsu avbjóðingarnar, kagaði sólin fram, tað sleit í - og vónin birtist um ein góðan dag .

Hundraðtals næmingar úr øllum landinum savnaðust á Hálsi – spentir og smílandi. Fyri framman lá ein dagur við trimum ymiskum forðabreytum: tann taktiska, hóvliga breytin, tann garvilla og orkukrevjandi breytin, og tann bóltfokuseraða breytin. Hvørt lið valdi eftir áhuga og førleika – og høvuðsmálið var ikki at vinna, men at vera saman, røra seg og hava tað stuttligt.

Yvir øllum lá ein lívligur og spælandi andi. Rørslan og gleðin sóust aftur í andlitunum, og øll sluppu at royna seg undir ókendum og spennandi - men samstundis tryggum kørmum. Og tað vóru ikki bara næmingar, ið lupu, kastaðu, sparkaðu, lyftu og klatraðu.

Samstarvspartnarar hjá Skúlaleikum vóru eisini boðsendir at royna nýggju forðabreytirnar. Tað er ikki á hvørjum degi, at landsstýrisfólk bjóða av í stafett, og borgarstjórar taka tøk í rógvimaskinuni saman við skúlanæmingum. Men tað var júst tað, tey gjørdu hendan skúlaítróttadagin - og tað gekk frálíka væl.

Tey luttakandi vóru: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður við mentamálum, Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og útbúgvingarmálum, Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, Evy Jacobsen, forstjóri í Betri, Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF og Petur Mittún,  aðalskrivari í ÍSF

Stóra tøkk eiga eisini Ítróttabreytin og Adventurebreytin í NámX í Eysturskúlanum, ið vóru við sum sjálvboðin á degnum. Tað var bæði hugaligt og álitisvekjandi at síggja føroyskan ungdóm taka ábyrgd og hjálpa við at skapa eitt trygt, skipað og livandi tiltak. Tey verða avgjørt biðin aftur.

Næmingarnir royndu seg í hesum ítróttaavbjóðingunum:
Judo
Fótbólti
Styrki
Flogbólti
Fimleiki
Rógving
Badminton
Taekwondo
Klintring
Tennis
Frælsum ítróttum
Føroya Politi - politiiroyndin
Tórshavnar Sløkkilið - stafett

Ein lærari setti orð á tað, mong kendu:

- Á allar mátar væl fyriskipað og gjøgnumført. Áhugavert, stuttligt og avbjóðandi fyri næmingarnar. Og ikki minst, tað var nakað fyri øll – genialt við trimum breytum!

Hetta gjørdist ein dagur við felagsskapi, forvitni, rørslu og skínandi sól – ein dagur, har allir næmingar høvdu møguleika at luttaka á jøvnum føti og uppliva ítrótt, sum meira enn bara kapping: sum felagsskap, rørslugleði og samanhald.

Toymið handan Skúlaleikir takkar øllum – næmingum, lærarum, sjálvbodnum, ítróttagreinunum, samstarvsfeløgum og stuðlum – fyri at gera dagin møguligan og so minnisríkan.

Tað er ÍSF, sum hevur tikið stig til Skúlaleikir, ið nú hevur fýra ár á baki. Betri er høvuðsstuðul saman við Nordea grunninum, og samstarvspartnarar eru Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Kommunufelagið, Fróðskaparsetur Føroya og Heilsustýrið.

Skúlaleikir verða aftur í 2026!

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder