U21-landsliðið hevði í dag seinastu venjingina undan síðsta EM-undankappingardystinum á hesum sinni.
Venjingin var á Hoyvíksvølli seinnapartin, men sjálvur dysturin verður leiktur við Djúpumýrar í Klaksvík í morgin klokkan 16:15.
Tveir nýggir eru komnir við í hópin síðani mikudagin, tá vit taptu 4-0 móti Ukraina á Tórsvølli.
Eftir dystin var greitt, at liðskiparin, Stefan Radosavljevic er leikbannaður til dystin móti serbum, og síðan hevur Áki Johannesen melda frá orsaka av skaða.
Í staðin hevur Sámal Erik Hentze, landsliðsvenjari, sent boð eftir Mikkjali Hellisá úr EB/Streymi, og Bartal Skaalum Petersen úr AB.
Sí myndir úr Hoyvík seinnapartin:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald